Almenningurin sleppur kanska at fylgja við

Almenningurin sleppur kanska at fylgja við
Annfinn V. Hansen, kanningarstjóri, sigur, at í útgangsstøðinum eru ongar reglur fyri, hvussu hoyringarnar skulu fara fram
 
17.12.2013 - 15:09

Tað er ikki óhugsandi, at almenningurin sleppur at lýða á, tá Annfinn V. Hansen, kanningarstjóri, fer at spyrja eitt nú Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann í innlendismálum, um teirra leiklut í málinum um Skálafjarðartunnilin.

Tað sigur Annfinn V. Hansen við Norðlýsið.

Tað var í síðstu viku, at Kári á Rógvi, doktari í lóg, mælti kanningarstjóranum til at stroyma beinleiðis um internetið, so øll kunnu fylgja við.

Ongar reglur

Annfinn V. Hansen sigur við útvarpið í dag, at sum hann skilir eru í útgangsstøðinum ongar reglur fyri, hvussu hoyringarnar skulu fara fram. Tað merkir, at kanningarstjórin kann sjálvur gera av, um almenningurin skal fáa høvið at fylgja við, tá partarnir í málinum verða hoyrdir.

Men Annfinn V. Hansen hevur enn ikki tikið støðu til, hvussu hoyringarnar vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860