Løgtingið samtykt fíggjarlógina

Løgtingið samtykt fíggjarlógina
Hallið næsta ár verður góðar 30 mió. kr. minni, enn landsstýrið skeyt upp
 
17.12.2013 - 09:33

Løgtingið samtykti í gjárkvøldið fíggjarlógina fyri 2014.

Allar broytingarnar, sum Fíggjarnevndin var samd um, vórðu samtyktar. Sambært teimum verður hallið í fíggjarlógini næsta ár 219 mió. kr., góðar 30 milliónir minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum.

Andstøðan hevði eisini nógv broytingaruppskot, men tey vórðu feld.

Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat.

Atkvøðugreiðslan í gjárkvøldið merkir millum annað, at nú eru 15 milliónir tøkar til P/f Skálafjarðar- og Sandoyartunnil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375