Bummgjøldini í tunlunum lækka aftur

Bummgjøldini í tunlunum lækka aftur
Nýggir prísir fyri at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum koma nú í gildi
 
18.12.2013 - 11:38

Á nýggjárinum verður bíligari at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Prísurin fyri stakar túrar lækkar niður í 100 kr. fyri túrin, kubbar við 40 túrum fara at kosta 2.000 kr., og kubbar við 20 túrum fara at kosta 1.000 kr.. Lækkingin er ávikavist 200 og 100 kr.

Árshaldini lækka niður í 700 kr. um mánaðin, so gjaldið fyri árið lækkar 600 kr.

Stóru akførini

Fyri størri akfør lækkar prísurin fyri stakar túrar niður í 300 kr. Tá talan er um kubbar við 40 túrum, lækkar prísurin niður í 6.000 kr. og fyri 20 túra kubbar niður í 3.000 kr.. Lækkingin er ávikavist 400 og 200 kr.

Nevndirnar tóku avgerð um at lækka prísirnar, eftir at vøksturin í ferðsluni vaks fimm prosent í Vágatunlinum og góð seks prosent í Norðoyatunlinum fyrstu 11 mánaðirnar í ár.

Verður gongdin sum ætlað, fara790.000 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin og 620.000 akfør gjøgnum Vágatunnilin í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809