- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjal: Johan Dahl gav Strandferðsluni munnkurv
Frágreiðingin, sum Vinnumálaráðið sendi til fíggjarnevndina í nátt um ruðuleikan á Strandferðsluni, gevur ikki ta sonnu myndina. Eitt sera áhugavert skjal vantar nevniliga í frágreiðingini, og hetta skjalið vantaðii eisini, tá útvarpið í gjár fekk innlit frá Vinnumálaráðnum.
Skjalið er eitt bræv, sum váttar uppáhaldið hjá fíggjarleiðaranum á Strandferðsluni um, at leiðslan fyri einum ári síðani fekk munnkurv frá landsstýrismanninum, tá leiðslan annars ætlaði at kunna starvsfólkini og seta sparingar í verk, sum kundu fingið játtanina at halda.
Munnkurv
Fíggjarleiðarin orðar seg soleiðis í óvanliga brævinum, sum hann hevur sent Fíggjarnevndini um, at tingið ikki fær allar upplýsingar frá Vinnumálaráðnum:
"Tá fekk leiðslan á Strandferðsluni harraboð og "munnkurv" úr VMR, at onki mátti sigast um hetta mál, fyrr enn eftir 3. viðgerð".
Men einki í tilfarinum frá Vinnumálaráðnum til Fíggjarnevndina váttar, at fíggjarleiðarin hevur rætt í sínum uppáhaldi. Og kortini ER eitt bræv, sum heilt greitt staðfestir, at fíggjarleiðarin HEVUR rætt, tá hann sigur, at leiðslan hevur fingið munnkurv.
Landsstýrismaðurin gav boð
Útvarpið hevur fingið hendur á brævinum, og tað vísir, at Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúi, sum í nátt annars skrivaði frágreiðingina til fíggjarnevndina saman við aðalstjóranum í ráðnum, hevur sent leiðsluni á Strandferðsluni eina munnkurv frá Johan Dahl, landsstýrismanni. Í brævinum stendur orðarætt:
"Góði Bogi! Landsstýrismaðurin hevur givið boð um, at eingi boð skulu gevast starvsfólkunum fyrr enn eftir 3. viðgerð. Vinarliga Gunnleyg Árnafjall".
Also júst sama orðing, sum fíggjarleiðarin brúkar í áheitan síni á fíggjarnevndina. Men hetta brævið hava fíggjarfulltrúin og aðalstjórin í Vinnumálaráðnum ikki tikið við í frágreiðingina til fíggjarnevndina, sum m.a. vildi hava at vita, hvat hetta vóru fyri ákærur um munnkurv.
Mildari bræv
Í staðin fyri at viðhefta brævið við munnkurvini, vísa embætisfólkini til eitt annað - nógv mildari - bræv, sum varð sent leiðsluni á Strandferðsluni dagin fyri munnkurvina, og har landsstýrismaðurin ikki verður endurgivin fyri nakað, og har einki er í, sum kann líkjast eini munnkurv.
Sostatt hevur fíggjarnevndin ikki fingið fullfíggjaðar upplýsingar frá Vinnumálaráðnum í nátt.