Mest umrødda milliónin er ikki flutt

bannari
Mest umrødda milliónin er ikki flutt
Tað er ógreitt, um CIP hevur tikið seg úr samráðingunum, nú politisku flokkarnir hava lagt annan leist fyri Skálafjarðartunnilin
Umboð fyri allar politisku flokkarnar samráðast nú um nýggjan leist fyri Skálafjarðartunnilin
 
19.12.2013 - 13:08

Break fee milliónin til Copenhagen Infrastructure Partners stendur enn á kontu hjá Landsverki, hóast bert 12 dagar eru eftir av árinum, og nýggjar samráðingar hava verið um Skálafjarðartunnilin á politiskum stigi seinastu tíðina, uttan at CIP hevur verið við.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, váttar, at Landsverk hevur ikki flutt milliónina. Landsverk hevur játtanina til Skálafjarðartunnilin um hendur.  Ewald Kjølbro veit ikki at siga, um CIP endaliga hevur tikið seg úr samráðingunum, og harvið hevur rætt til at fáa nógv umrøddu milliónina, sambært avtaluni.

Avtalan var ein treyt fyri, at samráðingarnar kundu halda fram um fíggigina av Skálafjarðartunnilinum, eftir at tað miseydnaðist Kára P. Højgaard at fáa upprunaliga, loyniliga sáttmálan undirskrivaðin stutt fyri ólavsøku.

Alt loyniligt

Break fee sáttmálin var og er enn eins og meginparturin av tilfarinum í málinum loyniligur, og føroyski almenningurin hevur ongantíð fingið innlit í avtalurnar millum danska íløgufelagið og Føroya Landsstýri.

Stjórin í Landsverki vísir annars til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Jørgen Niclasen hevur havt málið um hendur, síðani stutt eftir at Innlendismálaráðið var niðurlagt, og Kári P. Højgaard varð koyrdur til hús sum landsstýrismaður.

Tað hevur ikki eydnast  at fáa eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen.

Nýggjur leistur

Samráðingar hava verið um ein nýggjan leist fyri Skálafjarðartunnilinum síðani í summar. Men samráðingarnar millum flokkarnar seinastu mánaðirnar hava verið eins loyniligar, sum samráðingarnar millum Kára P. Højgaard og CIP.

Hvørki landsstýrismaðurin ella floksumboðini í tunnilsbólkinum hava viljað sagt nakað um, hvat samráðst verður um, ella um CIP framhaldandi er partur av leistinum. Í prinsippinum eru samráðingar ikki slitnaðar, fyrr enn avtalaða break fee er sett í gildi og peningurin útgoldin.

Eitt tað seinasta formliga samskiftið millum CIP og landsstýrið, sum Kringvarpið veit um, snýr seg um júst break fee avtaluna.

Í einum svari í løgtinginum 25. oktober endurgevur løgmaður burtur úr einum telduposti frá Rúna Róin frá CIP til Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum. Telduposturin er dagfestur 5. september.

Í teldupostinum vísir Rúni Róin á, at CIP er sinnað at útseta freistina fyri break fee avtaluna, so stundir verða er at fáa politisku samráðingarnar undir land. Sambært tingfólkum verður fundur møguliga í tunnilsbólkinum í morgin. Limirnir høvdu tó ikki fingið fundarboð úr Fíggjarmálaráðnum fyrrapartin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981