Jørgen var eisini umboðsmaður hjá Skipafelagnum

Jørgen var eisini umboðsmaður hjá Skipafelagnum
Skipafelagið hevði avtalu við pf N. Niclasen um at hava goymslu og avgreiðslu í bygninginum hjá teimum
 
20.12.2013 - 08:24

Jørgen Niclasen, núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, var umboð hjá Skipafelagnum, tá fyritøkan, sum hann var stjóri í, pf. N. Niclasen, innflutti og seldi vørur uttan at rinda toll.

Hetta váttaði Jørgen Niclasen í samrøðu við útvarpið í gjár.


- Jú, eg var agentur fyri Skipafelagið, segði landsstýrismaðurin, sum tó ikki vildi svara, hvussu fyritøkan, pf. N. Niclasen, har hann samstundis var stjóri, kundi fáa vørur útflýggjaðar uttan at rinda toll fyri vørurnar.


Alt, sum kom upp í Sørvági, tá Skipafelagið sigldi á Sørvág, varð avgreitt á deildini hjá Skipafelagnum, sum pf Niclasen umsat, og har Jørgen Niclasen var umboðsmaður.

600.000 kr.

Skjøl, sum portal.fo hevur fingið innlit í, og sum kunnu lesast á kringvarp.fo, vísa, at pf. N. Niclasen í Sørvági flutti inn - og seldi - vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av fyri góðar 592.000 krónur.

Nógv tann størsti parturin av upphæddini, 493.000 krónur, stavar frá vørum, sum komu til Føroya við skipum hjá Skipafelagnum Føroyum. Hetta fór fram síðst í 80´unum og fyrst í 90´unum, tá Jørgen Niclasen sat á tingi fyri Fólkaflokkin.

Skipafelagið hevði avtalu við pf N. Niclasen um at hava goymslu og avgreiðslu í bygninginum hjá teimum, so Jørgen Niclasen var stjóri í sama húsi, samstundis sum han var umboð hjá Skipafelagnum, og hevði innfluttu vørurnar um hendur í hesum sama bygningi.

Løgreglan kannar

Málið er gamalt, og hevur eisini verið kannað av politinum, sum hevur avhoyrt fleiri fólk í málinum.

Tað var táverandi Toll- og Skattstova Føroya, sum meldaði málið til løgregluna 2. juli 1993. Góðar sjey mánaðir seinni, 7. februar 1994, sendi løgreglan málið aftur til Toll- og Skattstovuna, har fútin skrivar, at embætið væntar at frætta aftur frá føroysku myndugleikunum, og tá einki er at frætta, sigur politiið málið at vera lokið fyri teirra viðkomandi.

Á landsstýrisborði

Málið varð umrøtt á landsstýrisfundi í gjár, tá tað frættist, at portal.fo fór at almannakunngera søguna.Og áðrenn portalurin hevði lagt søguna út, ringdi advokaturin hjá fíggjarmálaráðharranum, Annfinn Vitalis Hansen, til journalsitin og royndi at forða honum í at almannakunngera tollsøguna.

 

Innlitssvar frá løgregluni

Umsókn frá N. Niclasen um afturgjald og eftirgeving av skuld

Viðgerð av innlitsumbøn í tollmálið hjá N. Niclasen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065