Framvegis gegnigur at kanna tunnilsmálið

Framvegis gegnigur at kanna tunnilsmálið
Eingin trupulleiki at arbeiða fyri almennar stovnar ella landsstýrismann, og eisini vera kanningarstjóri, sigur Annfin V. Hansen, advokatur
 
21.12.2013 - 18:41

Annfinn V. Hansen, sakførari og kanningarstjóri, tvíheldur um gegni hjá sær at kanna handfaringina av máinum um Skálafjarðartunnilin, sjálvt um hann nú eisini er sakførari hjá Jørgeni Niclasen í málinum um tollin, sum pf. N. Niclasen, familjufyritøkan við Jørgeni Niclasen sum stjóra, ongantíð rindaði.

Anfinn V. Hansen vendi sær sambært portal.fo fyrr í vikuni beinleiðis til ein journalist og hótti við avleiðingum, um portal.fo skrivaði um gamla tollmálið.

- Nei, eg meti tað ikki vera ein trupulleika, at eg arbeiði fyri almennar stovnar, ella fyri so vítt fyri ein landsstýrismann, samstundis sum eg eri kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen við heimasíðuna in.fo.

Eingin trupulleiki

Markið er eftir hansara tykki, um hann kemur í eina áhugakonflikt við uppgávuna sum kanningarstjóri og teir persónar, hann skal kanna har.

- Men tað meti eg meg ikki gera í hesum førinum, og tí er tað ikki ein trupulleiki fyri mítt gegni, sigur Annfinn V. Hansen, sum skal kanna leiklutin hjá løgmanni og Kára P. Højgaard í málinum um Skálafjarðartunnilin.

Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri í løgtinginum, gjørdi listan við uppskotum um evni til kanningarstjóra til løgtingsformannin Jógvan á Lakjuni, sum síðani valdi Annfinn V. Hansen. Súsanna Danielsen metir seg ikki kunna gera nakað nú.

- Annfinn V. Hansen má duga sjálvur at meta um, hvat ber til, og hvat ikki ber til, sigur Súsanna Danielsen við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688