Skulu hava eina heimavitjan um árið

Skulu hava eina heimavitjan um árið
Skipanin, sum Tórshavnar kommuna hevur havt við heimavitjan, verður nú lógarkravd
 
02.01.2014 - 09:11

Tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið, skulu tær skipa fyri, at borgarar, 75 ár ella eldri, fáa fyribyrgjandi heimavitjanir.

Tað stendur í lógaruppskotinum frá Almannamálaráðnum um heimatænastu og eldrarøkt, sum løgtingið fer at viðgera í næstu viku. Hetta hevur ikki áður verið staðfest í nakrari lóg, men Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár havt eina líknandi skipan, og royndirnar eru góðar, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Kommurnar leggja sjálvar heimavitjanirnar til rættis, men treytin er, at allir borgarar, eldri enn 75 ár, skulu hava í minsta lagi eina heimavitjan um árið, verður sagt í lógaruppskotinum um heimatænastu og eldrarøkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775