Thorning brynjar seg til valstríð

Thorning brynjar seg til valstríð
Politiskir eygleiðarar halda, at innihaldið í nýggjársrøðuni hjá forsætisráðharrranum er fyrsta skotið í valstríðnum
 
02.01.2014 - 09:55

Nýggjársrøðan hjá danska forsætisráðharranum, Helle Thorning Schmidt, var byrjanin til eitt valstríð. Tað halda politiskir viðmerkjarar á donskum bløðum í dag, skrivar ritzau.

Politiken skrivar í oddagrein, at Thorning kemur út sum sosialdemokratur, og at røðan er fyrsta skotið í valstríðnum, sum fer at merkja 2014.

Hetta var ein røða fyri sosialdemokratum, men talan var ikki um eina vinstrahalla røðu, skrivar politiski blaðstjórin á Fyens Stiftstidendes, Elisabet Svane.

Eisini Kristeligt Dagblad heldur, at røðan bar brá av vali.

- Tað var sjónligt, at Helle Thorning-Schmidt valdi at halda fast við evni, sum stjórnarflokkarnir halda er best egnað til at vinna næsta val við. Og evnið ongin vøkstur ella vælferð kann vísa seg at vera eitt gott val, heldur blaðið.


Jyllands-Posten heldur, at røðan er eitt tekin um, at Thorning miðar eftir fíggjarligum framburði, og at hetta er eitt tekin um, at stjórin fer at halda fram við nýskipanarpolitikkinnum.
Danski forsætisráðharrin nevndi ikki Føroyar í nýggjársrøðu sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454