Nú verður støða tikin til nýtt uppsjóvarvirki

Nú verður støða tikin til nýtt uppsjóvarvirki
Bakkafrost, sum eigur Havsbrún, skal boða keypsskálanum í Oslo frá, áðrenn ætlaða íløgan verður almannakungjørd
Havsbrún stendur á odda fyri ætlanini um nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði
 
03.01.2014 - 12:56

Ætlanin at byggja eitt uppsjóvarvirki í Fuglafirði er so nær sum ongantíð fyrr. Arbeitt verður við at fáa partapening til vega, so farast kann undir at byggja virkið sum skjótast, so tað fær part í uppsjóvarfiskinum, sum skal fiskast í ár.

Tað er Havsbrún, sum stendur á odda fyri nýggja virkinum. Men Havsbrún fær eisini hjálp frá felagnum Framherja, sum m.a. eigur uppsjóvarskipið Fagraberg. Framherji stuðlar ætlanina, tí felagið er heimahoyrandi í Fuglafirði, sigur Anfinn Olsen, stjóri. Og sum skilst, so eru eisini onnur feløg við í ætlanini.

Arbeiðsmannafelagið eykaaðalfund

Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag hevur boðað til eykaaðalfund í morgin, har støða skal takast til, um peningur skal setast í virkið.

Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, vil ikki siga nakað um ætlanina, fyrr enn fundurin í morgin hevur verið, tí tað eru limirnir, sum skulu gera av,  um pengar skulu setast í nýggja uppsjóvarvirkið.

Fuglafjarðar býráð arbeiddi í fleiri ár við at gera eitt uppsjóvarvirki í býnum, og fyri umleið tveimum árum síðani var økið klárt, har ætlanin var at virkið skuldi gerast. Men so gjørdi Varðin av at at gera eitt uppsjóvarvirki, sum av fyrstan tíð skuldi vera í Vági, men síðani endaði á Tvøroyri, Varðin Pelagic. Tað steðgaði ætlanunum í Fuglafirði.

Nógvur fiskur

Nú nógvur uppsjóvarfiskur kemur upp á land í Føroyum, skuldi grundarlag verið fyri einum virki aftrat, og í fjør vórðu ætlaninar í Fuglafirði tiknar fram aftur.

Sum skilst, verður Havsbrún ein virkin partur av ætlanini. Tað ber ikki til at fáa váttað, tí Bakkafrost eigur Havnsbrún. Bakkafrost er á keypsskálanum í Noreg, og tí kann einki sigast um ætlanina, fyrr enn keypsskálin hevur fingið boðini.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Hann sigur bert, at ætlanin verður almenn, um hon, ella tá hon verður veruleiki.

Talan verður um eitt virki, ið er á stødd við uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.

Trý virki

Verður virkið bygt í Fuglafirði,  verður talan um triðja uppsjóvarvirkið í Føroyum. Frammanundan eru virkini Faroe Pelagic í Kollafirði og Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum taka ímóti og virka uppsjóvarfisk.

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, segði um jóltíðir, at hann tekur væl ímóti ætlanini, men at býráðið ikki hevur fingið nakra formliga umsókn um loyvi at byggja nýggja virkið. Hann vísir tó á, at øki er klárt til eitt uppsjóvarvirki, og verður virkið veruleiki, so kann tað fáa stóran týdning fyri Fuglafjørð, og skapa nógv arbeiðspláss. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035