Betri møguleikar at gera íløgur í Grønlandi

Betri møguleikar at gera íløgur í Grønlandi
Dupultskattaavtalan millum Føroyar og Grønland er dagførd
 
08.01.2014 - 08:14

Føroyska vinnan fær skjótt betri møguleikar at virka og gera íløgur í Grønlandi.

Tað kunnger Fíggjarmálaráðið, nú dupultskattaavtalan millum Føroyar og Grønland er dagførd.

Jørgen Niclasen og grønlendski starvbróðir hansara, Vittus Qujaukitsoq, undirskrivaðu í gjár dagføringarnar í dupultskattaavtaluni. Nú verður høgligari hjá føroyskari frálandavinnu og vinnu á landi at virka í Grønlandi, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Frálandavinna

Í dagførdu avtaluni eru komnar reglur um, hvussu frálandavinna skal skattast í Grønlandi. Tær gera, at føroyskar fyritøkur verða kappingarførar við fyritøkur í grannalondunum.  

Vinnuvirki á landi, so sum byggifyritøkur, kunnu nú virka í seks mánaðir í Grønlandi, uttan at fyritøkan og føroysku starvsfólkini gerast skattskyldug í Grønlandi. Frammanundan vóru bara tríggir mánaðir skattafríir.

Og skatturin av vinningsbýti av íløgum í Grønlandi lækkar úr 40 prosentum niður í 35 prosent.   

Ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina

Mánadagin ráðførdi Jørgen Niclasen seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Sambært Fíggjarmálaráðnum tók Uttanlandsnevndin fult undir við broytingunum í dupultskattavtaluni, sum tó skulu samtykkjast í løgtinginum og landstinginum, áðrenn tær koma í gildi. 

Fíggjarmálaráðið sigur einki um, hvørjar fyrimunir, dupultskattavtalan gevur grønlendskum fyritøkum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860