Føroyingar kunnu missa pensjón í Danmark

Føroyingar kunnu missa pensjón í Danmark
Donsk lóg ger, at føroyskir fyritiðarpensjónistar, sum flyta til Danmarkar, kunnu missa rættin til pensjón
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi um fyritíðarpensjón
 
08.01.2014 - 13:13

Fyritíðarpensjónistar í Føroyum hava ikki somu treytir, sum borgarar í Norðurlondum annars hava, tá flutt verður millum lond. Tí norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd frá 2003 er ikki galdandi millum Danmark, Føroyar og Grønland. 

Sambært sáttmálanum hava fyritíðarpensjónistar, sum flyta úr einum Norðurlandi til annað Norðurland, ella til eitt land í ES, rætt til at fáa ta pensjón, tey fingu í landinum, tey flyta úr. Men hetta er ikki galdandi í ríkisfelagsskapinum, tí har er ein donsk lóg frá 1995 oman fyri norðurlendska sáttmálan.

Tað stendur í svari frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. 

Broytingar síðani 1995

Í 1995 var ikki tann stóri munurin á fyritíðarpensjónunum í Føroyum og Danmark, so pensjónistar, sum fluttu millum londini, vóru ikki fyri nevniverdum inntøkumissi, sambært Almannamálaráðnum.  Men síðani eru grundleggjandi broytingar gjørdar í Danmark. Har er nú bara eitt fyritíðarpensjónsstig, í Føroyum eru framvegis trý stig.     

 
Tí krevst serstøk málsviðgerð hvørja ferð, fyritíðarpensjónistur flytur úr Føroyum til Danmarkar ella hin vegin, fyri at finna, hvussu nógv pensjón skal latast. 

Fyritíðarpensjónistar í Danmark og Føroyum hava ikki somu rættindi, tá flutt verður í ríkisfelagsskapinum, sum fyritíðarpensjónistar, sum flyta millum hini Norðurlondini, til dømis úr Føroyum til Noregs.  Eisini eru krøvini fyri at fáa pensjón fyri ávísar bólkar herd munandi í Danmark. Til dømis verður bara í heilt fáum undantøkum latin fólki yngri enn 40 ár fyritíðarpensjón.  

Tosa við danska ráðharran

Almannafyrisitingin í donskum kommunum og Almannaverkið í Føroyum taka avgerðir í fyritíðarpensjónsmálum eftir almannalóggávuni í londunum báðum.

Spurningurin er so, um ein donsk almannafyrisiting viðurkennir, at ein 35 ára gamal føroyskur fyritíðarpensjónistur, sum flytur úr Føroyum til Danmarkar, hevur rætt til danska fyritíðarpensjón.

Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur seg vera sinnaða at tosa við danska ráðharran í almannamálum um eina avtalu millum Føroyar og Danmark um rættindini hjá fyritíðarpensjónistum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andaktin
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285