Stevnir BankNordik fyri vantandi trygd

Stevnir BankNordik fyri vantandi trygd
500.000 kr. hvurvu av kontuni hjá Vælveru Fitness í BankNordik í fjør. Nú stevnir eigarin, Rune Petersen
 
08.01.2014 - 11:45

Eigarin av fyritøkuni Vælvera Fitness, Rune Petersen, hevur nú stevnt BankNordik fyri ikki at hava havt nóg góða trygd á netbankanum, tá 500.000 krónur vórðu stolnar av kontuni hjá fyritøku hansara í fjør.

Tað skrivar Vágaportalurin.

Tað var í mai í fjør, at teldusníkar lensaðu kontuna hjá venjingarmiðstøðini, meðan Rune Petersen var á netbankanum. Stuldurin varð meldaður til løgregluna, sum kannaði málið, men nú vil Rune Petersen hava rættin at staðfesta, at BankNordik hevur ábyrgd av, at hansara fyritøka hevur mist pening vegna vantandi trygd.

Undrast

Við Vágaportalin sigur Rune Petersen, at hann undrast á, at bankin ikki vil viðurkenna síni egnu mistøk, eftirsum bankin beint eftir tjóvaríið herdi um netbankatrygdina og setti fleiri trygartiltøk í verk. 

Hetta tekur hann sum prógv um, at trygdarstøðan ikki var nóg góð frammanundan, sigur hann við heimasíðuna.

BankNordik vil ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið, men John Rajani, stjóri, sigur tó við Vágaportalin, at bankin heldur, at tað er í fínasta lagi, at Rune Petersen nú fer í rættin fyri at fáa eina avkláring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210