Effo og Magn selja Statoil olju í felag

Effo og Magn selja Statoil olju í felag
Statoil skal brúka 10.000 til 12.000 rúmmetrar av serligari gassolju, tá leitað verður eftir olju í summar
 
09.01.2014 - 07:56

Statoil skal brúka so nógva olju, tá felagið fer at leita eftir olju við Føroyar í ár, at føroysku oljufeløgini megna ikki hvørt sær at lata so nógva olju.

Effo og Magn hava tí biðið um, og fingið, loyvi frá Kappingareftirlitinum um felags oljusølu til Statoil.

Avtalan millum Effo og Magn er ikki brot á kappingarlógina, siga kappingarmyndugleikarnir. Statoil hevur biðið um tilboð upp á gassolju frá føroysku oljufeløgunum. Men talan er um serligt slag av gassolju, sum skal goymast fyri seg.

Lata felags boð

Føroysku feløgini hava avgjørt at lata felags boð. Feløgini halda seg ikki kunna lata so nógva olju, sum Statoil skal brúka, uttan at seta veitingartrygdina hjá øðrum viðskiftafólkum í vanda.
Statoil skal brúka 10.000 til 12.000 rúmmetrar av serligu gassoljuni í tveir til tríggjar mánaðir. Og tangarnir í Søldarfirði, har sum útgerðarhavnin er, taka 6.000 rúmmetrar. 

Oljufeløgini ætla at brúka ein tanga, sum tekur 2.300 rúmmetrar til gassoljuna, sum Statoil skal brúka, og kanska ein, sum tekur 1.800 rúmmetrar, at hava til at taka.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532