Eldraøkið: Vil tryggja sær at pengar fylgja við

Eldraøkið: Vil tryggja sær at pengar fylgja við
Trivnaðarnevndin fer nú at viðgera uppskotini frá Almannamálaráðnum um eldraøkið
 
09.01.2014 - 08:44

Forkvinnan í Trivnaðarnevndini vil hava vissu fyri, at nóg nógvir pengar eru við, tá eldraøkið verður flutt frá landinum til kommunurnar.  

Kommunurnar stúra fyri, at tær fáa ov lítið av pengum frá landinum at reka eldraøkið fyri. 

Og tað er umráðandi hjá Trivnaðarnevndini, sum nú fer undir at viðgera lógaruppskotini um eldraøkið, at greiða er fingin á tí spurninginum, áðrenn nevndin skrivar álit um málið, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í nevndini.

Fingið lyfti

Hon sigur seg hava fingið lyfti í tingsalinum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um, at kommunurnar fáa teir pengar, sum eldraøkið veruliga kostar:

Fíggjarmálaráðið kemur seinni í ár við lógaruppskoti um, hvussu eldraøkið skal fíggjast frá 1.januar næsta ár. 

Trivnaðarnevndin fer mánadagin at avgera, hvønn nevndin skal tosa við um uppskotini hjá Almannamálaráðnum um eldraøkið, sum vóru til fyrstu viðgerðar í tinginum týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820