Uni og Jørgen ósamdir um tunnilsgjald

Uni og Jørgen ósamdir um tunnilsgjald
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at tað skal vera ókeypis at koyra í undirsjóvarutnlunum, tá lánini eru afturgoldin
 
09.01.2014 - 10:07

Ósemja er millum stjóran í tunnilsfeløgunum og landsstýrismannin í fíggjarmálum um gjaldið at koyra í undirsjóvartunlunum

Við Sosialin sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum, at lánini í Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru skjótt afturgoldin - fyrr enn ætlað. Men stjórin í tunnilsfeløgunum ger greitt, at hetta merkir ikki, at tað verður ókeypis at koyra í tunlunum.

Dýrir at reka

Ábøtur og røkt av tunlunum kostar millum 12 og 16 milliónir krónur árliga, og tí er neyðugt við einum bummgjaldi. Og so liggur tað politiskt eisini í kortunum, at peningurin, sum landið setti í tunlgarnar, skal verða afturgoldin, áðrenn tað verður ókeypis at koyra. Talan er um góðar 400 milliónur krónur.

Enn er ikki ásett, nær hesin peningur skal verða afturgoldin, staðfestir Uni Danielsen, tunnilsstjóri, í samrøðuni við Sosialin.

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er ósamdur við Una Danielsen:

- Landið hevur gjørt eina politiskta, moralska avtalu við brúkararnar, at tá lánini til vórðu útgoldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra. Ta avtaluna ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sær at halda. 

Skal ikki gjaldast aftur

Men í lógini um undirsjóvartunlarnar stendur, at lántøka og íløgan hjá landsstýrinum skulu vera afturgoldin. Hetta vísti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eisini á, í  svarið til fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur eina aðra fatan, saman hvat lógin sigur. Við Sosialin sigur hann:

- Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at parturin hjá landinum skuldi ikki gjaldast aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756