BankNordik: Úrslitið nógv verri enn væntað

BankNordik: Úrslitið nógv verri enn væntað
BankNordik boðar nú frá, at úrslitið í fjør verður 85-100 mió. kr. Tað eru 30-75 mió. kr. minni enn væntað
 
10.01.2014 - 09:41

Úrslitið hjá BankNordik í fjør verður nakrar tíggjutals milliónir, millum 30 og 75, verri enn áður væntað.

BankNordik boðar í morgun frá, at sambært fyribils meting, verður úrslitið millum 85-100 milliónir krónur í 2013 fyri virðisjavnan og skatt. Fyrr væntaði bankin, at úrslitið gjørdist millum 130-160 milliónir krónur. Í 2012 var úrslitið 102 milliónir kr. 

Størri niðurskrivingar og ódnir

Niðurskrivingarnar eru størri, og ódnirnar í desember gera íkastið frá Trygd 10 milliónir krónur minni enn væntað. 

Niðurskrivingarnar upp á útlán verða væntandi 145-150 milliónir krónur í 2013. Tær vóru 115 milliónir krónur í 2012. Niðurskrivingarnar stava í høvuðsheitum frá privatkundum og smærri vinnukundum, sigur bankin. 

BankNordik ætlar at almannakunngera roknskapin fyri 2013 tann 27.februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738