Fakfeløg og virki seta pening í uppsjóvarvirki

Fakfeløg og virki seta pening í uppsjóvarvirki
Partafelagið Enni skal eiga tíggju prosent í felagnum, sum fer at byggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði
Havsbrún verður ein av stóru partaeigarunum í felagnum, sum fer at byggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði
 
10.01.2014 - 11:31

Nýggja partafelagið í Fuglafirði, Enni, teknar partapening í nakrar dagar afturat fyri at koma upp í seks milliónir krónur, sum felagið hevur sett sær fyri at fáa.

P/f Enni varð stovnað í gjár. Fakfeløg og virki í Fuglafirði stovnaðu felagið, sum saman við Havsbrún, Framherja og møguliga eisini Christiani í Grótinum í Klaksvík skal stovna felag at byggja og reka uppsjóvarvirki í Fugalfirði.

Virkið skal byggjast sunnan fyri Bergfrost.

Nevnd vald

Á stovnandi aðalfundinum í gjár vórðu fimm menn valdir í nevndini hjá P/f Enni. Teir eru Óli Johannesen, formaður í Arbeiðsmannafelagnum, Jóhan Hansen, formaður í Handverkarafelagnum, Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hydraulikki, Gordon Martin Midjord, stjóri í Sandgrevstri, og Sigurð S. Simonsen, sum tók stig til at stovna felagið.

P/f Enni ætlar at eiga tíggju prosent í felagnum, sum skal byggja uppsjóvarvirkið. Felagið skal hava 60 milliónir krónur í partapeningi.

Nevndin í P/f Enni fer at skipa seg í dag og seta stjóra. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098