Smyril Line kært Vága floghavn um tollfría sølu

Smyril Line kært Vága floghavn um tollfría sølu
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur biðið Vága floghavn um eina frágreiðing
 
10.01.2014 - 11:46

Smyril Line hevur kært Vága floghavn til Vinnumálaráðið fyri vánaliga handilssið, í sambandi við útbjóðingina av tollfríu søluni á flogvøllinum. 

Tað váttar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Kæran ger, at Johan Dahl, landsstýrimaður í vinnumálum, fær ikki gjørt viðmerkingar til hørðu ákærurnar frá stjóranum í Smyril Line móti Vága floghavn, ið er eitt alment partafelag, hann varðar av. 

Biðið um frágreiðing

Vinnumálaráðið hevur, sambært Johan Dahl, biðið Vága floghavn um eina frágreiðing í sambandi við kæruna frá Smyril Line. 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur tó, at tað er óheppið, at eitt alment partafelag verður lagt undir vánaliga handilssið. 

Tað var í gjár, at Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, gav ilt av sær, tí hann og Smyril Line kenna seg drigin upp á tráð av Vága floghavn í sambandi við útbjóðingina av tollfríusøluni á flogvøllinum. 

Átti besta boðið

Smyril Line átti besta boðið, tá freistin at bjóða upp á tollfríusøluna var úti í fjør summar. Smyril Line bjóðaði sær at gjalda Vága floghavn í minsta lagi 10 milliónir krónur um árið næstu fimm árini, fyri at sleppa inn í nýggju farstøðina á flogvøllinum at reka tollfríu søluna. 

Hetta er væl hægri enn tær átta  milliónirnar, ið Vága floghavn higartil hevur fingið frá Atlantic Airways fyri, at Atlantic er sloppið at reka søluna.  Men gekk sølan væl, kundi gjaldið frá Smyril Line til Vága floghavn verða heilt upp í 14 milliónir krónur. 

Hálsaði um

Tá sáttmálin millum partarnar varð klárur at skriva undir, hálsaði Vága floghavn brádliga um og strikaði útbjóðingina, tí Vága floghavn ætlar sjálv at reka tollfríu søluna á flogvøllinum - við vørum frá sama undirveitara, sum var í tilboðnum hjá Smyril Line, týska felagnum Heinemann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809