Iran og vesturheimurin samd um kjarnorkuna

Iran og vesturheimurin samd um kjarnorkuna
Avtalan kemur í gildi 20. januar, og hon hevur við sær, at fleiri tiltøk móti Iran verða sett úr gildi
 
13.01.2014 - 14:48

Iran og fleiri lond í vesturheiminum eru samd um eina kjarnorkuavtalu. Tað váttar uttanríkisráðharrin í ES, Catherine Ashotn, fyri Reuters.

Hon umboðar USA, Russland, Kina, Frakland, Bretland og Týskland í samráðingunum við Iran. Ashton sigur, at kjarnorkustovnurin hjá ST, IAEA, skal síggja til, at avtalan verður hildin. Avtalan kemur í gildi 20. januar, og hevur við sær, at Iran skal beina fyri einum parti av goymslunum av ríkaðum urani, og steingja onkrar kjarnorkuverksmiðjur.

Vesturheimurin hevur leingi skuldsett Iran fyri at hava ætlanir um at fáa sær kjarnorkuvápn, men tí hevur iranska leiðslan víst aftur.

Obama væl nøgdur

Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur seg vera væl nøgdan við avtaluna, og at arbeitt eigur at verða við at gera hana uppaftur betri. Hann lovar samstundis, at fleiri tiltøk ikki verða sett í verk ímóti landinum, so leingi sum samráðingar eru.

Forsetin sigur eisini, at semjan hevur við sær, at USA fer at seta nøkur av tiltøkunum úr gildi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101