Almannaverkið vil hava minstamark av tænastum

Almannaverkið vil hava minstamark av tænastum
Tænastustigið kann vera ymiskt í kommununum, og tað kann elva til, at borgarar flyta úr økjum, har tænastan er verri, sigur Almannaverkið
 
14.01.2014 - 12:51

Hvussu kunnu kommunurnar tryggja teimum eldru eitt minstamát av røkt, tá einki minstamark er ásett?

Almannaverkið setur spurningin, nú ætlanin er at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.

Uppskot til løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er í løtuni til viðgerðar í Trivnaðarnevndini, og Almannaverkið, sum hevur viðgjørt uppskotið, hevur atfinningar - m.a. um tey minstamátini av røkt, sum lógin leggur upp til, at tey eldru skulu fáa.

Í skrivi til løgtingið sigur Almannaverkið, at sagt verður, at karmarnir í lógaruppskotinum hava til endamáls at skapa ta neyðugu rættartrygdina hjá borgarunum við at tryggja teimum eitt minstamát av tænastum, sum kommunurnar hava skyldu at hava.

Ójavnt tænastustig

Hinvegin er avgjørt ikki at áseta nakað minstakrav fyri tænastustigið, og at kommunurnar sjálvar hava eftirlit við tænastum, bústøðum og tilboðum eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt við meira.

Tænastustigið kann tískil vera sera ymiskt frá kommunu til kommunu, og Almannaverkið ávarar um, at hetta kann elva til, at borgarar fara at flyta úr kommunalum økjum við lægri tænastustigi til kommunal øki, har tænastustigið er hægri.

Meira verður at frætta um ætlanina at leggja eldraøkið út til kommunurnar eftir Dag og Viku í kvøld, har Annika Olsen, landsstýriskvinna og Sirið Steenberg, limur í Trivnaðarnevndini, fara at kjakast. Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í sendingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066