Fleiri pápar fara í barnsburðarfarloyvi

Fleiri pápar fara í barnsburðarfarloyvi
Samsvar er millum markaðan part av barnsburðarfarloyvi til pápar, og talið av monnum, sum fara í farloyvi, sigur Almannamálaráðið
 
15.01.2014 - 08:02

Fleiri pápar fara í barnsburðarfarloyvi, tá lógin ásetur, at páparnir burturav eiga ávísan part av farloyvinum. 

Samsvar er millum markaðan part av barnsburðarfarloyvi til pápar, og talið av monnum, sum fara í farloyvi, sigur Almannamálaráðið. Almannamálaráðið hevur samanborið tølini í árligu frágreiðingini hjá norðurlendska ráðharraráðnum um sosiala trygd í Norðurlondum.

Finnlendingar og føroyingar minni part

Í Finnlandi og í Føroyum eiga pápar minni part av barnsburðarfarloyvinum. Og júst í Finnlandi og Føroyum fara færri pápar enn í hinum Norðurlondunum í barnsburðarfarloyvi.  Í Íslandi til dømis hava pápar fingið markað farloyvi við barsilsgjaldi í 13 vikur eins og mammurnar hava. 

Eftir lógarbroytingina fara nógv fleiri íslendskir pápar í barnsburðarfarloyvi. 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur uppskot um, at føroyskir pápar fáa rætt til seks vikur í barnsburðarfarloyvi við løn. Men semja er ikki í samgonguni um tað.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860