Thorning drigin upp í mál um frákoyrdan ráðharra

Thorning drigin upp í mál um frákoyrdan ráðharra
Skjal vísir, at forsætismálaráðið visti um lygnina, sum Morten Bødskov, fyrrv. løgmálaráðharri, segði rættarnevndini
 
15.01.2014 - 14:02

Helle Thorning.-Schmidt, forsætisráðharri, verður nú drigin upp í málið, sum kostaði Morten Bødskov starvið sum løgmálaráðharri í desember. Hann legði frá sær, tí hann hevði givið fólkatingsins rættarnevnd skeivar upplýsingar.

Eitt skjal, sum rættarnevndin hevur fingið, vísir, at forsætismálaráðið visti um lygisøguna hjá Morten Bødskov longu 19. november. Sambært Morten Bødskov varð ein vitjan hjá rættarnevndini í Christiania í Keypmannahavn avlýst, tí táverandi løgregluovastanum í Keypmannahavn barst frá at vera við.

Men hetta var ósatt, tí einki forðaði løgregluovastanum at vera við. 

Krevja samráð

Danski fólkaflokkurin sigur, at hann fer at krevja bæði Helle Thorning-Schmidt, forsætisáðharra, og Karen Hækkerup, nýggjja løgmálaráðharran, í samráð um málið. Liberal Alliance sigur, at visti Helle Thorning-Schmidt um málið, eigur hon at fara frá. 

Skrivstovustjórin í forsætismálaráðnum, Christian Kettel Thomsen, sigur í einum tíðindaskrivi seinnapartin, at hann visti einki um lygnina, sum Morten Bødskov segði rættarnevndini. Løgmálaráðið sendi forsætisráðnum uppskot til tíðindaskrivið, sum Morten Bødskov sendi út 19. november.

Christian Kettel Thomsen sigur, at hann legði seg ikki út í teldusamskiftið við løgmálaráðið, tí forsætismálaráðið visti einki um málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213