Eingin vil siga nakað um uppsjóvarvirkið

Eingin vil siga nakað um uppsjóvarvirkið
Fyrsta stigið er tó tikið, tí fakfeløg og virki í Fuglafirði hava stovnað felag, sum skal eiga tíggju prosent av virkinum
Sigurð Simonsen er stjóri í p.f. Enni, sum ætlar at eiga tíggju prosent í felagnum, sum skal byggja uppsjóvarvirkið
 
16.01.2014 - 08:04

Tað er framvegis ikki greitt, um stóra ætlanin um at byggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði verður framd. 

Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, vil einki siga um málið nú. Og Sigurð Simonsen, býráðslimur, sum tók stig til at fáa uppsjóvarvirkið bygt, vísir nú til Odd Eliasen. Hann er talsmaður, sigur Sigurð Simonsen. 

Fyrsta veruliga stigið er tó tikið, tí fyri einari viku síðani varð partafelagið Enni stovnað í Fuglafirði. Enni er stovnað við tí endamáli at seta pengar í nýggja uppsjóvarvirkið í býnum. Felagið ætlar at tekna seks milliónir krónur í partapeningi.

Fakfeløg og virki tekna 60 mió. kr.

Fakfeløg og virki í Fuglafirði stovnaðu felagið, sum saman við Havsbrún, Framherja og møguliga eisini Christiani í Grótinum í Klaksvík skal stovna felag at byggja og reka uppsjóvarvirki í Fugalfirði.

Óli Johannesen, formaður í arbeiðsmannafelagnum í Fuglafirði, er formaður í nevndini í Enni, og Sigurð Simonsen er stjóri í felagnum. P/f Enni ætlar at eiga tíggju prosent í felagnum, sum skal byggja uppsjóvarvirkið. Tað felagið skal hava 60 milliónir krónur í partapeningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751