Bert annaðhvørt skip roynir samskiftisútgerð

Bert annaðhvørt skip roynir samskiftisútgerð
Hóast tað er eitt krav, at sendiútgerð á skipum verður roynd við jøvnum millumbili, men tað verður ikki gjørt
 
17.01.2014 - 09:02

Hóast tað er kravt, at DSC-útgerðin verður roynd við jøvnum millumbili, verður tað bara gjørt á øðrum hvørjum fiskiskipi. 

DSC er sendari, útgerð at samskifta við, eitt nú millum skipið og land. 

Gjørdu brúkarakanning

MRCC Tórshavn skrivar á sínari heimasíðu, at menn av Tjaldrinum og Brimli, sum hava kannað veiðu og reiðskap hjá skipum, gjørdu eisini eina brúkarakanning fyri Tórshavnradio, meðan teir vóru umborð. 

Millum annað vórðu skiparar ella stýrimenn spurdir, um teir gjørdu DSC uppkall fyri at royna útgerðina. Bara helvtin svaraði ja. Og tað er spell, sigur Kaj Vágfjall á Fjarskiftiseftirlitinum á heimasíðuni hjá MRCC. Tí tað er eitt krav, at sendiútgerð á skipum verður roynd við jøvnum millumbili. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424