Heilsumálaráðið vil hava Apoteksgrunnin avtiknan

Heilsumálaráðið vil hava Apoteksgrunnin avtiknan
Heilsumálaráðið hevur sent til hoyringar lógaruppskot, sum formliga skal staðfesta, at Apoteksgrunnurin ikki er til longur
Heilsumálaráðið vil hava Apoteksgrunnin avtiknan
 
28.01.2014 - 08:00

Apoteksgrunnurin eigur ikki at vera ein forðing fyri, at landsstýrið kann brúka avlopið hjá apotekunum, sum tí lystir. Tí skal Apoteksgrunnurin strikast.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er orsøkin til uppskotið. Tá nevndin viðgjørdi eina eykajáttanarlóg í fjør, vildi hon ikki loyva landsstýrismanninum í heilsumálum at geva sjúkrahúsverkinum avlopið hjá apotekunum.

Fíggjarnevndin segði kortanei, tí sambært apotekslógini skal rakstraravlopið hjá Apoteksverkinum í Apoteksgrunnin.

Landsstýrismaðurin boðaði tá Fíggjarnevndini frá, at hann fór at leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at strika hesa áseting. Tað lógaruppskotið hevur nú verið á landsstýrisfundi og er sent til hoyringar.

Verandi praksis skal formaliserast

Endamálið er, sambært Heilsumálaráðnum, at fáa veruleikan viðvíkjandi Apoteksgrunninum staðfestan í lógini, "at formalisera verandi praksis," sum skrivað er í viðmerkingunum um lógaruppskotið.

Fíggjarmálaráðið tekur undir við Heilsumálaráðnum. Apoteksgrunnurin varð stovnaður í 1949, tá heimastýrið yvirtók Apoteksverkið.

Í 1999 samtykti løgtingið at seta Apoteksverkið í fíggjarlógina, bæði rakstur og íløgur. Við hesum gjørdist Apoteksgrunnurin eitt eiti uttan veruligt innihald, sigur Heilsumálaráðið.

Í landsroknskapinum sæst, at einki er bókað á rakstrinum hjá grunninum síðani 2001. Einasta ogn hjá grunninum er ein áogn mótvegis skuldarum. Hon er góðar 80.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473