Kommunur fingu meiri í skatti í januar

Kommunur fingu meiri í skatti í januar
Landskassin fekk fyrsta mánaðin í ár góðar 96 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur
 
04.02.2014 - 15:36

Fyrstu skattatølini hjá TAKS í ár eru nú tøk. Landskassin fekk í januar mánaði 96,4 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur. Fyri landið eru inntøkurnar á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør, meðan kommunurnar hava fingið nakrar fleiri skattakrónur enn sama tíðarskeið í fjør.

Í januar komu eisini 20 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og góðar tríggjar milliónir í kirkjuskatti. Í eftirlønarskatti og í kirkjuskatti vísir uppgerðin hjá TAKS, at nakað meir av skatti er komin inn enn um sama tíðarskeið í fjør.

Yvirlit yvir landsskattin sæst her

Yvirlit yvir kommunuskattin sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424