- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður Skúladepilin í Suðuroy umvældur

Arbeiðið at umvæla Skúladepilin í Suðuroynni er ikki byrjað enn, men tað verður skjótt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Heilsuskúlin, sum skuldi flyta í Vágs skúla eftir jólafrítíðina, er framvegis í Skúladeplinum.
Fyrst í desember var ætlanin, at arbeiðið skuldi byrja fyrst í januar, men enn er stóra umvælingin ikki farin í gongd. Allir útveggirnir í Skúladeplinum í Suðuroynni skulu gerast av nýggjum, bæði innan og uttan. Orsøkin er bæði gjóstur og lekar.
Byggifelagið rindar
Og sambært semju millum Landsverk og byggifelagið MT Højgaard, sum bygdi skúlan, skal byggifelagið rinda kostnaðin. Sambært sýni og meting, sum vórðu gjørd í 2012, kostar arbeiðið 16 mió. kr.
Men einki hámark er sett fyri, hvussu nógv, MT Højgaard skal rinda. Felagið skal, sambært semjuni millum Landsverk og MT Højgaard, rinda tað, sum arbeiðið kostar, eisini um tað kostar meira enn 16 mió. kr., segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, við Útvarpið fyrst í desember í fjør.
Tvey eftirlit
Hóast arbeiðið ikki er byrjað enn, nú vit eru komin inn í februar, skal tað vera liðugt, tá skúlaárið 2014 byrjar í august.Tvey eftirlit vera við umvælingini. MT Højgaard fer at hava sítt eftirlit, og Landsverk fer eisini at hava eftirlit við arbeiðinum.
Meðan Skúladepilin verður umvældur, flytur Heilsuskúlin í Vágs skúla. Sunnari endin, har sum Heilsuskúlin er, verður umvældur fyrst. Tá hann er liðugur, flytur Miðnámsskúlin í tann endan, meðan norðari endin verður umvældur.




























