Eldraøkið: Fuglfirðingar vilja hava betri umboðan

Eldraøkið: Fuglfirðingar vilja hava betri umboðan
Sambært lógaruppskotinum fær Fuglafjørður tvey fólk og Eysturkommuna trý í samstarvsnevndina
 
05.02.2014 - 07:49

Tað er óheppið, at Fuglafjørður fær eitt fólk færri enn Eysturkommuna í ætlaða samstarvinum um eldraøkið.

Býráðið í Fuglafirði hevur tí biðið Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum broyta lógaruppskotið hjá Almannamálaráðnum, so báðar kommunurnar verða javnsettar í samstarvinum.

Í brævi til Trivnaðarnevndina skrivar býráðið í Fuglafirði, at sambært lógaruppskotinum fær Fuglafjørður tvey fólk og Eysturkommuna trý fólk í samstarvsnevndina. Hetta er sera óheppið fyri báðar kommunur, at onnur kommunan fær meirilutan í samstarvsnevndini, heldur býráðið í Fuglafirði.

Samstarva um barnavernd

Kommunurnar báðar hava longu samstarv um barnavernd. Og har hava kommunurnar tvey fólk hvør í stýrinum og í barnaverndarnevndini. Tann samstarvsavtalan er góðkend í Almannamálaráðnum, vísir Fuglafjarðar býráð á.

Hetta er eisini sjálvsagt í samstarvinum um eldraøkið. Býráðið í Fuglafirði biður tí Trivnaðarnevndina um at fáa við í álitið um uppskotið hjá Almannamálaráðnum, at Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommuna skulu verða javnsettar í samstarvinum um eldraøkið.

Trivnaðarnevndin viðgjørdi aftur í gjár uppskotini um eldraøkið. Men nakað er eftir á mál, og nevndin er ikki farin at skriva álit enn.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454