Skiparar 150.000 kr. í bót hvør

Skiparar 150.000 kr. í bót hvør
Teir fýra skipararnir eru dømdir fyri at hava fiskað í stongdum kassa
 
05.02.2014 - 12:56

Fýra fiskiskiparar fingu fyri løtu síðani 150.000 kr. í bót hvør fyri at hava fiskað í stongdum kassa. Harafturat avgjørdi Føroya rættur at konfiskera reiðskap og veiðu hjá fýra skipum fyri tvær milliónir og 175.000 kr.

Málið byrjaði á sumri í 2011, tá skipini trolaðu eftir makreli norðanfyri.

Sterkur illgruni

Flakatrolarin Vesturvón og uppsjóvarskipið, Finnur Fríði trolaðu saman, og flakatrolarin, Gadus og uppsjóvarskipið, Næraberg trolaðu saman. Fiskiveiðieftirlitið fekk sterkan illgruna um, at tey fýra skipini fiskaðu á stongdari leið norðanfyri, øki D, sum er stongt alt árið.

Brimil gav tí Nærabergi og Gadus og Finni Fríða og Vesturvón boð um at sigla til lands. Skipararnir fingu sektaruppskot frá fútanum, men tað vildu teir ikki góðtaka, og tí fór málið í rættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949