Vil hava reglur um at útveita sendingar í KvF

Vil hava reglur um at útveita sendingar í KvF
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at slíkar reglur kunnu byrgja fyri ivamálum
 
05.02.2014 - 15:43

Kringvarpið eigur at gera yvirskipaðar og fastar mannagongdir og leiðreglur, og serliga í førum, tá ið onnur framleiða sendingar fyri stovnin.

Tað sigur Mentamálaráðið í niðurstøðuni í eini frágreiðing, sum ráðið gjørdi í sambandi við, at Kringvarpið avgjørdi at útveita nýggjárssendingina 2013.  

Og Mentamálaráðið vil nú hava Kringvarpið at gera slíkar mannagongdir og leiðreglur, sigur Bjørn Kalsø í skrivi, sum er sent Kringvarpsstýrinum, og sum liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. 

Sponsorering og programminnihald

Mentamálaráðið sigur, at hetta kundi byrgt upp fyri ivamálum í sambandi við greiða skilnaðin millum sponsorering og programminnihald. Í mannagongdunum skal atlit takast at ásetingum í rundskrivi frá 1. oktober 2013 hjá Fíggjarmálaráðnum um at keypa vørur og tænastur.

Mentamálaráðið fer at heita á Kringvarpið um at fáa slíkar mannagongdir og leiðreglur fyri stovnin og kunna ráðið um loysnina á málinum, stendur í skrivinum frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, til Kringvarpsstýrið.

Her er skrivið til Kringvarpsstýrið

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424