Ársins privati leiðari í Vangamyndini

Ársins privati leiðari í Vangamyndini
Jóhanna á Bergi verður gestur í sjónvarpsstovuni hjá Boga Godtfred í kvøld
 
07.02.2014 - 12:59

Fyri nøkrum døgum síðani fekk Jóhanna á Bergi heiðurin "Ársins leiðari" innan privat virksemi.

- Jóhanna hevur við sínum dugnaskapi tryggjað fyritøkuni Faroe Ship støðug og góð úrslit, hon er kveikjandi stjóri og dugir væl at vísa sínum starvsfólki álit.

Tað verður millum annað sagt í grundgevingini fyri at velja hana til ársins leiðara.

Fleiri útbúgvingar

Jóhanna tók fyrst útbúgving innan marknað og útflutning og seinni kandidatútbúgving innan fyrisiting. Hon var sølustjóri hjá JFK, áðrenn hon tók við starvinum sum stjóri á Faroe Ship.

SÍ EISINI Vangamyndin: Jóhanna á Bergi

Á arbeiðsplássum sum JFK og Faroe Ship eru mannfólkini í stórum meiriluta, og tað kann í sær sjálvum vera ein avbjóðing fyri ein leiðara, ið er kvinna, at verða góðtikin.

Tað er ein av spurningunum, Jóhanna fer at svara uppá í Vangamyndini eftir Dag og Viku. Bogi Godtfred er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232