Tunnilin: Lív bíðar eftir løgtinginum

bannari
Tunnilin: Lív bíðar eftir løgtinginum
Støðan hjá Lív er tann sama í dag sum hon var í fjør summar, siga stjórin og nevndarformaðurin í tryggingarfelagnum.

07.02.2014 - 11:24

Lív ger einki við Eysturoyartunnilin, fyrr enn politiska semjan er staðfest í løgtinginum og almenna partafelagið, sum skal gera og eiga tunnilin, er stovnað.

Lív eigur P/f Skálafjarðartunnilin og 20 prosent í partafeløgunum, sum Copenhagen Infrastructure Partners stovnaðu í Føroyum í juni í fjør.

Lív gjørdi samstarvsavtalu við PensionDanmark, sum eigur pengarnar, Copenhagen Infrastructure Partners skuldu gera íløguna fyri í Føroyum.

Støðan óbroytt

Feløgini, sum vórðu stovnað í fjør summar, eru Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding.

Lív-samtakið, sum landsstýrið framvegis eigur, var einasti íleggjari í Føroyum, sum hevði álit á privatu loysnini á Skálafjarðartunlinum.

Støðan hjá Lív er tann sama í dag sum hon var í fjør summar. Stjórin í Lív, Jan Jakobsen, og nevndarformaðurin, Finn Danberg, siga báðir, at Lív bíðar eftir endaligu avgerðini um almennu loysnini, sum politisk semja nú er um.

Eigur kanningarúrslit

P/f Skálafjarðartunnilin, sum Lív eigur, hevur seismiskar kanningar, sum vórðu gjørdar fyri nøkrum árum síðani á leiðini, har sum tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna skal vera. Kanningarnar siga, hvussu jarðfrøðiligu viðurskiftini eru undir Tangafirði og Skálafirði.

Hesar kanningar kann almenna partafelagið, leggur tað í, keypa frá P/f Skálafjarðartunlinum, so almenna felagið sleppur undan at gera kanningarnar av nýggjum.

Hvørki stjórin ella nevndarformaðurin vilja siga, hvussu nógv, seismikkurin kostar. Men partapeningurin í Skálafjarðartunlinum er 11,8 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852