- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan 4,4 milliónir í halli í fjør
Leiðslan á Strandferðsluni fær nógvar atfinningar í eini frágreiðing, sum granskoðarafyritøkan Januar hevur gjørt fyri Vinnumálaráðið.
Granskoðarafrágreiðingin staðfestir, at hallið hjá Strandferðsluni fyri 2013 er 4,4 milliónir krónur.
Granskoðarafyritøkan skrivar m.a. at: - Fíggjarætlanin hjá Stranferðsluni hevur tikið støði í umbøn og ikki játtaðu upphæddini, - budgettvegleiðingin er ikki dagførd síðani 2006, - regluligir fundir í leiðslubólkinum hava ikki verið hildnir og skjalfestir, - mánaðarligu roknskapirnir hava ikki verið rættvísandi og ongar skrivligar mannagongdir hava verið fyri eftirkanning og góðkenning av mánaðarligu roknsskapunum mótvegis stjóranum. -og starvsfólk hjá Strandferðsluni hava fría ferð til og frá arbeiði á rutunetinum hjá Strandferðsluni
Stjórin úr starvi
Frágreiðingin er gjørd í kjalarvørrinum á rumblinum, sum byrjaði, tá fíggjarleiðarin fór uttan um stjóran og vendi sær beinleiðis til fíggjarnevndina hjá løgtinginum.
Stjórin Bogi Mortensen sjúkrameldaði seg í fyrstu atløgu, men seinni var ein fráfaringaravtala gjørd við stjóran, sum fór úr starvi.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Jóhan Dahl, finst í tíðindaskrivi at leiðsluni hjá strandferðsluni. - Óhefta grannskoðarafrágreiðingin staðfestir, at fíggjarstýringin hjá SSL ikki hevur verið nøktandi.
Frágreiðingin er atfinningarsom, og staðfestir, at stovnurin ikki hevur stýrt eftir játtanini, sum stovnurin hevur fingið.
Hetta eigur ikki at koma fyri, sigur Johan Dahl í tíðindaskrivinum.
Nýggjan stjóra
Vinnumálaráðið sigur seg í tíðindaskrivinum hava tikið stig til at fáa viðurskiftini hjá SSL í rættlag.
Í næstum verður nýggjur stjóri settur.
Stovnurin gjørdist við ársbyrjan partur av Búskaparskipan Landsins, ið skal tryggja eitt neyvari eftirlit við fíggjarstýringini. og Vinnumálaráðið sigur seg vera farið undir at endurskoða mannagongdir í sambandi við játtaneftirlit.