Vangamyndin: Lisbeth L. Petersen

Vangamyndin: Lisbeth L. Petersen
Lisbeth L. Petersen sigur seg vera smædna, men hevur í skjótt 40 ár gjørt vart við seg á politiska vígvøllinum
 
14.02.2014 - 16:49

Mánadagin leyp hon hvøkk á Føroya fólk, tá hon í útvarpstíðindunum kl. 10 boðaði frá, at hon hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum. Hon er ónøgd við høgrasnaringina í Sambandsflokkinum, sum abbi hennara, Andreas Sameulsen, stovnaði fyri meiri enn hundrað árum síðani.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at hon ger vart við seg á politiska pallinum. Hon er fyrsta kvinnan, ið var vald í býráðið í Havn fyri Sambandsflokkin. Hon er fyrsta kvinnan - og higartil einasta kvinnan - sum hevur verið borgarstjóri í Havn. Hon er fyrsta føroyska kvinnan á Fólkatingi, og hon er fyrsta - og einasta - kvinna, sum hevur verið forkvinna í Sambandsflokkinum.

Liljan Weihe tosar við Lisbeth L. Petersen um familju og politikk. Tað er í vangamyndini í Degi og Viku í kvøld kl. 19.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595