ES útihýsir sjálvstøðugum Skotlandi

ES útihýsir sjálvstøðugum Skotlandi
Loysa skotar frá Bretlandi verður trupult, og í ringasta føri ógjørligt, hjá Skotlandi at gerast limur í ES. Tað sigur ES-nevndarformaðurin

17.02.2014 - 10:44

Í teimum førum, eitt nýtt land verður skipað, og tað tekur seg burtur úr tí landinum, sum frammanundan er limur, noyðist nýggja landið at biðja um limaskap í ES, sigur Jose Manuel Barroso.

- Øll limalondini skulu góðkenna umsóknina, og tað er greitt, at tað verður sera trupult at fáa øll limalond at góðkenna eina slíka umbøn, sigur ES-nevndarformaðurin.

18. september verður fólkaatkvøða, um Skotland skal verða sjálvstøðugt land.

Púra burturvið

Í samrøðuni við BBC samanber Barroso støðuna hjá Skotlandi við Kosovo, men tað er burturvið, sigur skotski varaforsetin, Nicola Sturgeon.

- Veruleikin er, at einki ES-limaland hevur boðað frá, at tað fer at nýta sýtingarrættin ímóti, at Skotland verður verandi í ES, sigur varaforsætisráðharrin.

Barroso leggur dent á, at hann leggur seg ikki útí, hvørja støðu skotar taka til sjálvsstýrismálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539