- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sumbingar ímóti at løna fólki at fyrireika SALT
Sumbiar kommuna heldur ikki, at tað er rætt, at Suðuroyar Ferðavinnufelag skal løna einum fólki at samskipa SALT eitt ár, áðrenn mentanarhúsið letur upp.
Tað ger borgarstjórin í Sumba, Eyðbjørn Thomsen, greitt í skrivi.
Borgarstjórin vísir á, at hóast umboðið hjá kommununi í Suðuroyar Ferðavinnufelagnum ikki tók undir við uppskotinuum um at stuðla SALT-verkætlanini við 220.000 krónur, so merkir tað ikki, at kommunan er ímóti SALT-verkætlanini.
- Sumbiar Kommuna hevur stuðlað verkætlanini, men Sumbiar Kommuna metir ikki, at tað er endamálið hjá Suðuroyar Ferðavinnufelag at løna einum fólki at samskipa og fyrireika SALT. Suðuroyar Ferðavinnuráð HEVUR ein samskipara, ið er løntur av Suðuroyar Ferðafelagi, skrivar Eyðbjørn Thomsen, sum vísir á, at setti samskiparin longu hevur til endamáls at fyrireika og samskipa ferðavinnutiltøk í Suðuroy.
Í tíðindunum á døgurða vísti formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Arni Nielsen, ikki beinleiðis aftur, at semja varð funnin í nevndini um at játta SALT stuðulin, við at langhylurin í Vági eisini fekk 150.000 krónur í stuðli.
Borgarstjórin í Sumba Kommuna um, at talan er um ein rossahandil:
- Á fundi fyri jól, var ikki semja í nevndini um fíggjarligan stuðul til SALT, og á fundi í nevndini 27. januar var heldur ikki semja í nevndini fyri at stuðla umsóknini frá Salt.
Tað vóru fleiri umboð, ið vóru ímóti at løna einum samskipara til SALT. Men eftir eitt sindur av togan aftur og fram, og at Multihøllin bleiv tengd at umsóknini hjá SALT, fekk pípan eitt annað ljóð, so heilt tilvildarligt var tað neyvan, at stuðulin varð játtaður til síðst, skrivar Eyðbjørn Thomsen, sum sjálvur var umboð hjá Sumbiar Kommunu á triðja fundinum 2. februar.