Makrelsamráðingar aftur í næstu viku

Makrelsamráðingar aftur í næstu viku
Norski fiskimálaraðharrin sigur, at enn ein samráðingarroynd verður 3. og 4. mars
Elisabeth Aspaker er norskur fiskimálaráðharri
 
24.02.2014 - 07:54

Samráðingarnar millum strandarlondini um makrelin verða tiknar upp aftur um eina viku.

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur við Fiskaren, at samráðingar um makrel vera 3.og 4.mars, mánadagin og týsdagin í næstu viku. Strandarlondini eru heldur ikki samd um norðhavssildina og svartkjaftin, tað er hvussu tær kvoturnar skulu býtast millum londini, men ógreitt er í løtuni, nær tær samráðingarnar verða tiknar uppaftur.

Ósemja við ES

Tað kemur eisini illa við hjá norsku fiskivinnuni, at Norra og ES ikki enn hava gjørt avtalu um sínámillum fiskirættindi í 2014. Norski fiskimálaráðharrin vil tó fyrst hava samráðingar um makrelin, áðrenn samráðingar vera aftur við ES.

Elisabeth Aspaker sigur eisini við Fiskaren, at hon er sinnað at kanna, hvussu norska stjórnin kann hjálpa skipunum, sum ikki sleppa í ES-sjógv at fiska.       

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595