Bakkafrost hálva milliard í vinningi

Bakkafrost hálva milliard í vinningi
727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt varð úrslitið hjá samtakinum í 2013
 
25.02.2014 - 07:47

Bakkafrost hevði meira enn hálva milliard í vinningi eftir skatt í fjør. Nettovinningurin í 2012 var 281 milliónir, góðar 300 milliónir minni enn í fjør. 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt varð úrslitið hjá samtakinum í 2013.

Góði laksaprísurin gav alideildini gott úrslit. Eftirspurningurin eftir laksi vaks skjótari enn útboðið, og hetta sæst aftur í laksaprísinum. 

Missa fyri lidnar vørur

Men Bakkafrost missir framvegis pengar av sølusáttmálum fyri lidnar vørur. Orsøkin er, at prísurin fyri laksin, sum verður brúktur til lidnu vørurnar, er høgur. Samstundis eru avtalaðu prísirnir í sølusáttmálunum um lidnu vørurnar lægri enn prísurin á rávøruni, sum verður brúkt til framleiðsluna. Við ársenda 2013 var nettoskuldin hjá Bakkafrost samtakinum 678 milliónir krónur. Hon var 807 milliónir eitt ár frammanundan. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 684 milliónir krónur tann 31.desember í 2013.

Solvensurin 53%

Solvensurin hjá Bakkafrosti var 53% við árslok 2013. Av tí at úrslitið var so gott í fjør, skjýtur nevndin upp, at hvørt partabrævið fær 4,50 kr. í vinningsbýti.48 milliónir og 858.065 partabrøv eru í Bakkafrosti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026: 10 MANNAFAR
211352