16 lógaruppskot verða ikki løgd fram nú

bannari
16 lógaruppskot verða ikki løgd fram nú
Løgmaður hevur endurskoðað løglistan. Aftan fyri uppskotið um fiskivinnunýskipan stendur eitt spurnartekin
 
26.02.2014 - 10:42

Mongum brestur ætlan. Eisini landstýrinum.

16 lógaruppskot, sum stóðu í løglistanum, løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag í fjør, koma ikki. 13.januar sendi løgmaður løgtinginum ein annan, endurskoðaðan, løglista. Aftan fyri 16 uppskot stendur nú: verður ikki latið løgtinginum í hesi tingsetu.

Spurnartekin við fiskivinnunýskipan

Eitt uppskot brýtur tó frá:  Nýggj løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Ella fiskivinnunýskipanin, sum er nevnd í sjálvum samgonguskjalinum.Aftan fyri tað uppskotið stendur einki um, í hvørjari tingsetu tað kemur. Ja, har stendur einki, og tó, har stendur eitt spurnartekin, rætt og slætt.

Onnur mál, sum heldur ikki koma í tingið í hesari tingsetuni, eru millum annað sjálvbodna frumskjalið í ST-sáttmálanum um rættindi hjá fólki, sum bera brek. Frumskjalið gevur fólki og bólkum møguleika fyri at kæra brot á ST-sáttmálanum til eina ST-nevnd.

Vápn og royking

Broytingin í vápnalógini, sum krevur serstakt prógv fyri at brúka byrsu, kemur heldur ikki nú. Roykilógin verður heldur ikki broytt nú. Mett verður, at tubbak drepur 80 føroyingar um árið, og tí ætlaði landsstýrið at fáa betri møguleikar at fyrbyrgja skaðunum, sum royking hevur við sær. Serliga er neyðugt at forða fyri, at børn og ung byrja at roykja. Men tað bíðar. 

Og nú vit tosa um heilsuna hjá fólki, verður danska “Sundhedsloven” ikki sett í gildi í Føroyum hesumegin ólavsøku. 

Tey, sum hava upphavsrætt, noyðast eisini at bíða, tí e-handilslógin, sum skal fullfíggja lógarverkið viðvíkjandi upphavsrættinum við at áseta reglur um tilfar, sum upphavsrætturin verjir, og sum verður tikið niður á telduservarar. Tað verður heldur ikki hesu megin ólavsøku, at tað verður lættari hjá íverksetarum at stovna egið virki.

ALS-gjald hækkar ikki

Inngjaldið til ALS hækkar ikki fyribils.  Uppskotið um at loyva fólki, sum júst eru liðug at lesa, í ALS avmarkaða tíð. Kanska verður neyðugt at hækka inngjaldið. 

Útlendingar fáa ikki lógartryggjaðan rætt at læra seg føroyskt nú, og tað bíðar eisini at reka fólkaskúlan á skynsamasta hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862