Viðgera nú sjófrágreiðingar um Anitu

Viðgera nú sjófrágreiðingar um Anitu
Sjófrágreiðingin endaði ikki fyrr enn klokkan sjey í gjárkvøldið
 
26.02.2014 - 15:23

Sjófrágreiðingin um vanlukkuna á garnaskipinum Anitu, sum misti ein mann tann 11.februar, gjørdist drúgv. Hon var ikki liðug fyrr enn klokkan sjey í gjárkvøldið.

Skiparin og fýra aðrir av manningini vórðu avhoyrdir, tveir stýrimenn og tveir dekkarar.

Avhoyrdir við tulki

Av tí at skiparin er einasti føroyingur umborð, vórðu hinir fýra avhoyrdir við tulkii. Tí gjørdist sjófrágreiðingin so drúgv.

Tær fimm frágreiðingarnar verða sendar pørtunum og Sjóvinnustýrinum. Sjóvinnustýrið ger av, um meira skal gerast við málið, millum annað, um tað skal meldast til politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598