Kann ikki krevja sýslumann at víga samkynd

Kann ikki krevja sýslumann at víga samkynd
John Kølbbæk, fúti, hevur svarað Rættarnevndini, sum viðger uppskot um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd
 
27.02.2014 - 07:52

Fútin ivast stórliga í, um hann kann geva einum sýslumanni tænastuboð um at víga fólk av sama kyni, tá sýslumaðurin av átrúnaðarligum ella prinsipiellum orsøkum ikki vil víga fólk av sama kyni.

Tað sigur John Kølbæk, fúti, í svari til Rættarnevndina hjá løgtinginum.

Rættarnevndin viðger uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd. Rættarnevndin vildi hava at vita, um til ber at revsa myndugleikar, sum nokta at víga fólk av sama kyni. Nevndin spurdi eisini, um til ber at geva sýslumonnum, sum nokta, tænastuboð um at víga fólk av sama kyni. 

Eingin heimild at revsa

Sambært fútanum er eingin heimild at revsa fyri agabrot í galdandi hjúnabandslóg og heldur ikki sambært grein 266 b í revsilógini.

John Kølbæk sigur, at vil ein sýslumaður ikki víga tvey fólk av sama kyni, kann hann biðja onkran annan gera tað, til dømis ein politist. Sama møguleika hava borgarstjórar, sum kunnu fáa onkran annan í kommunustýrinum ella eitt embætisfólk at standa fyri vígsluni, um borgarstjórin av religiøsum ella prinsipellum orsøkum ikki vil víga fólk av sama kyni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558