22 miljónir fólk fáa krabbamein um árið í 2030

22 miljónir fólk fáa krabbamein um árið í 2030
Heimsheilsufelagsskapurin, WHO, er komin við ársfrágreiðingini um krabbamein fyri 2014, sum 250 serfrøðingar úr 40 londum hava skrivað
Friðleysi og skundmikli mátin hjá okkum at liva lívið er orsøkin til helmingin av tilburðunum
 
28.02.2014 - 17:32

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at krabbameinstilburðirnir økjast alsamt kring allan heim.

Í 2012 vórðu staðfestir 14 miljónir tilburðir av krabbameini, og serfrøðingar meta, at í ár 2030 verða 22 miljónir fólk, sum fáa krabbamein um árið.

Tað stendur í einum skrivligum fyrispurningi til ES-tingið, um hvat ES ætlar at gera fyri at gera limalondini meiri tilvitað um støðuna og at steðga gongdini.

Strongd og jag

Sambært serfrøðingunum, er orsøkin hjá helminginum av tilburðunum friðleysi og skundmikli mátin hjá okkum at liva lívið.

Sambært frágreiðingini, er royking, ígerðarsjúkur, rúsdrekka, fiti, vantandi rørsla, geisling, dálking, at føða børn lutfalsliga seint í lívinum og at tað ikki riggar kunna geva bróst, høvuðsorsøkin til krabbamein, stendur sum viðmerking til fyrispurningin.

Í 2010 vórðu árligu útreiðslurnar fyri allan heimin í sambandi við krabbamein mettar til 1160 miljardir dollarar, - svarandi til 6.328 miljardir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161