Mjólkarbøndur forvinna um 100.000 kr. um árið

Mjólkarbøndur forvinna um 100.000 kr. um árið
Greining vísir, at bara sjey mjólkarbøndur høvdu avlop frá 2008 til 2012
 
28.02.2014 - 10:59

Miðal árslønin hjá teimum, sum hava mjólkneyt í Føroyum, er millum 80.000 og 115.000 kr. 

Tað vísir ein roknskapargreining, sum grannskoðanarvirkið Januar hevur gjørt.  

Bara sjey høvdu avlop

Greiningin umfatar 20 fjós, sum eru í smápartafeløgum. Seks teirra høvdu hall í 2011, men í 2012 var støðan nakað frægari, tí tá høvdu fýra fjós hall.  Greiningin, sum umfatar tey fimm árini frá 2008 til 2012, vísir, at bara sjey mjólkarbøndur høvdu yvirskot øll árini. Ein bóndi hevði hall fýra av teimum fimm árunum.

Miðalúrslitið hjá øllum 20 smápartafeløgunum var millum 1,4 og 2,9 mió. kr.Fíggjarliga støðan ger, at torført er hjá teimum, sum hava mjólkneyt, at gera nýggjar íløgur. Og framleiðslutólini verða ikki endurnýggjað nóg skjótt. Tað er neyvan vantandi íløguhugur, men vantandi fíggingarmøguleikar, sum avmarka íløgurnar. Harafturat forða torgreiddu ognarviðurskiftini fyri, at vinnan støðugt endurnýggjar seg, sigur Januar. 

Skuldin meiri enn 50 mió. kr.

Skuldin hjá teimum 20 smápartafeløgunum var 50,6 mió. kr. við árslok 2012. Januar ger nú eina neyvari greining, sum verður løgd fyri aðalfundin hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna tann 21.mars.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713