Los Angeles bannar e-sigarettir
Los Angeles bannar e-sigarettir
New York hevur longu gjørt tað, nú ger Los Angeles tað sama. Tær sonevndu e-sigarettirnar verða nú bannaðar á almennum støðum í Los Angeles
Sonevndu e-sigarettirnar verða nú bannaðar í Los Angeles. Fimm statir í USA hava longu bannað sigarettirnar
05.03.2014 - 10:35
Býráðið í Los Angeles viðtók einmælt í gjár, týsdagin, at sonevndu e-sigarettirnar í framtíðini skulu bannast á øllum almennum støðum í býnum.
Sostatt verður tað sama forboðið fyri e-sigarettir innført, sum frammanundan er galdandi fyri vanligar sigarettir, ið vórðu bannaðar í Los Angeles 2007.
E-sigarettir bannaðar í fleiri statum
Líkt er nú til, at e-sigarettirnar verða bannaðar í USA líka so skjótt sum tær avloystu vanligu sigarettirnar, sum forboð longu er sett fyri at roykja ymsa staðni í USA.
- Niðurbræðingin av e-sigarettunum er hend nógv skjótari enn vit høvdu væntað, sigur ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar, sambært Los Angeles Times.
Fimm amerikanskir statir hava longu sett forboð móti at fólk kunnu roykja sonevndu e-sigarettirnar á almennum støðum í USA.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860