Mjørki og ófriður ávirkaðu roknskapin hjá Atlantic

Mjørki og ófriður ávirkaðu roknskapin hjá Atlantic
Mjørki í Føroyum og ófriður í Egyptalandi tóku ikki sørt burtur av yvirskotinum hjá Atlantsflogi í fjør.
 
05.03.2014 - 08:16

Avlopið var 7,4 mió. kr. eftir skatt, knappliga helvtina minni enn í 2012.

Ferðafólkatalið vaks tó og inntøkurnar vuksu eisini, so felagið væntar eitt betri ár nú í 2014.

Atlantsflog var óheppið í fjør. Avtalan við donsku ferðaskrivstovuna Atlantis Rejser um at flúgva til Egyptalands gav ikki ætlaða íkastið til raksturin, tí hóttanir og ófriður í Egyptalandi fingu fólk at setast aftur. 

Nógvur mjørki í Vágum síðsta summar elvdi til nógvar seinkingar og øktar útreiðslur. 

Eitt flogfar, sum Atlantsflog leigaði, kostaði eisini felagnum pengar, tá flogfarið varð latið aftur. 

Harumframt minkaði virksemið hjá Tyrlutænastuni. Og hægri leiga fyri flogfør og broytingar í leiðsluni, - felagið fekk nýgjan stjóra í november - góvu felagnum eykaútreiðslur í 2013. 

Einki vinningsbýti

Serliga seinasti ársfjórðingurin var ringur. Tá var hallið 7,1 millión krónur eftir skatt.

Nevndin í Atlantsflogi skjýtur upp, at einki vinningsbýti verður latið fyri 2013, tí felagið í næstum ætlar at keypa partabrøvini aftur frá minnilutaeigarunum. 

Í Atlantsflogi fegnast tey tó um, at 17.000 fleiri ferðafólk vóru í fjør enn árið fyri. Ferðafólkini vóru 225.000 í fjør.

Inntøkurnar hjá felagnum vóru 542,2 milliónir, góðar 40 milliónir meira enn í 2012.   

Leiðslan í Atlantsflogi væntar eitt nógv betri úrslit í ár enn í fjør. Og tað er gott grundarlag at byggja nýggju strategiina á, sum nevndin hevur álagt stjórnini at koma við í juni í ár.

Atlantsflog skuldi hava aðalfund 3.apríl, men hann er fluttur til 30.apríl.

Les allan roknskapin her: Atlantic Airways Ársroknskapur 2013

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117