Nevndin í Eik Grunninum breyt roknskaparreglurnar

Nevndin í Eik Grunninum breyt roknskaparreglurnar
Nevndin í Eik Grunninum gjørdi millum annað móti endamálsgreinini hjá grunninum, staðfestir fyribils kanning
 
06.03.2014 - 16:00

Nevndin í Eik Grunninum helt ikki roknskaparreglurnar, hon tók stig, sum hon ikki hevði fingið loyvi til frá Skráseting Føroya.

Hon gjørdi eisini móti endamálsgreinini hjá grunninum.

Tað stendur í granskingini, sum Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur gjørt fyri Skrásetingina.

Hesar niðurstøður komu fram í Skiftirættinum í dag, tá trotabúgvið Eik Grunnurin varð viðgjørt har. 

Bústjórin í trotabúnum, Christian Andreassen, advokatur, ætlar tó ikki at krevja endurgjald frá nevndarlimunum fyri at fáa fleiri pengar til trotabúgvið.

Meir um málið í tíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040