Atlantsflog keypir partabrøv aftur

Atlantsflog keypir partabrøv aftur
Hósdagin fer P/f Atlantsflog at bjóða sær til at keypa aftur partabrøvini í felagnum, sum vórðu seld, tá ein triðingur av felagnum varð einskildur.
P/F Atlantsflog fer nú at keypa partabrøvini aftur.
 
11.03.2014 - 10:32

Partabrøvini verða keypt fyri kurs 210. Tilboðið er kunngjørt í keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík, har sum Atlantsflog er skrásett, og í bløðum í Føroyum, Danmark og Íslandi.

Tilboðið um at keypa partabrøvini er galdandi frá hósdegnum 13.mars til 22.apríl í ár. Flaggdagin, 25.apríl, verður væntandi kunngjørt, hvussu undirtøkan var fyri tilboðnum.

Íslendska fíggjareftirlitið hevur góðkent tilboðið hjá Atlantsflogi.

Talan er um 341.550 privat partabrøv, sum vórðu seld fyri kurs 261, 89,1 milliónir krónur í 2007. Partabrøvini skulu nú keypast aftur fyri 72 milliónir krónur.  

Atlantsflog hevur 36 milliónir at keypa fyri, og hin helvtin skal so lænast. Treytin er, at landskassin ikki tekur vinningsbýti úr felagnum komandi árini. Og tá Atlantsflog fer úr keypsskálunum, verður strikað har, sparir tað 1,4 mió. kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860