Eingin búskaparvøkstur at hóma

Eingin búskaparvøkstur at hóma
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eftirlýsir nýskianir, sum skulu tálma útreiðslunum á íggjarlógini
 
16.03.2014 - 14:24

Samstundis sum uppsjóvarvinnan og alivinnan hava gyltar dagar, er eingin veruligur búskaparvøkstur at hóma.

Tað segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár. 

Hann segði, at hallið á fíggjarlógini seinastu árini hevur havt við sær, at almenna bruttoskuldin nú er umleið seks milliardir kr. Tá rentan, sum hevur verið metlág, fer aftur at hækka, fer at sansa at í landskassanum, segði Edmund Joensen.

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum eftirlýsti nýskipanir, sum skulu tálma útreiðslunum á fíggjarlógini, og hann spurdi, hvar meirinntøkurnar, sm skuldu fáa bilbukt við hallinum eru.

Edmund Joensen spurdi eisini, hvønn virknað flatskatturin hevur havt.

- Øll síggja, at nógv, ið kann verða gjørt frá landsstýrisins síðu, verður ikki gjørt. Tey, sum stýra í hesum døgum, hava eina tunga ábyrgd á sínum herðum, segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í røðu síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558