Mælir frá at taka Apoteksgrunnin av

Mælir frá at taka Apoteksgrunnin av
Kjartan Mohr, landsapotekari, heldur, at uppskotið hjá landsstýrismanninum er ov illa umhugsað
Kjartan Mohr er landsapotekari
 
16.03.2014 - 15:49

Landsapotekarin mælir frá at taka Apoteksgrunnin av, soleiðis sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur skotið upp.

Hann heldur, at uppskotið er ov illa umhugsað, og vísir á, at støða er ikki tikin til, hvussu grunnurin skal gerast upp, ella hvørja støðu hann skal hava mótvegis tí almenna í framtíðini Kjartan Mohr, landsapotekari, mælir til í einum hoyringarskrivi til, at ein nevnd eigur at verða sett at viðgera spurningin um apoteksverkið sum heild, eisini apoteksgrunnin. Og tí eigur lógaruppskotið at verða lagt til viks. 

Endamálið burtur

Karsten Hansen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tá Apoteksverkið gjørdist almennur stovnur í 1949, datt endamálið við grunninum burtur. Og síðani 1999 hevur Apoteksverkið verið á fíggjarlógini við bæði rakstrar- og íløgujáttan, og einki hevur verið bókað á rakstrinum hjá grunninum síðani 2001.Tó skyldar landskassin Apoteksgrunninum 6,7 milliónir kr., og verður lógaruppskotið samtykt, má støða takast til, hvussu hesi viðurskifti skulu greiðast.

Fíggjarmálaráðið tekur undir við uppskotinum og vísir á, at ráðið hevur mælt til lógarbroytingina, síðani apoteksverkið gjørdist landsfyritøka á fíggjarlógini. Uppskotið um at taka Apoteksgrunnin av hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum, og er farið í fíggjarnevndina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904